|
Lyrics:
Viljið tær hoyra kvæði mítt
Vilja tær orðum trúgva
Um hann Ólav Trygvason
Hagar skal ríman snúgva
Glymur dansur í høll
Dans sláið ring
Glaðir ríða Noregs menn
Til Hildar ting
Knørrur var gjørdur á Noregs landi
Gott var í honum evni:
Sjútti alin og fýra til
Var kjølurin millum stevna
Har kom maður á bergið oman
Við sterkum boga í hendi:
'Jallurin av Ringaríki
Hann meg higar sendi.'
'Einar skalt tú nevna meg
Væl kann boga spenna
Tambar eitur mín menski bogi
Ørvar drívur at renna.'
'Hoyr tú tað, tú ungi maður
Vilt tú við mær fara
Tú skalt vera mín ørvargarpur
Ormin at försvara.'
Gingu teir til strandar oman
Ríkir menn og reystir
Lunnar brustu og jørðin skalv:
Teir drógu knørr úr neysti
Einar spenti triðja sinni
Æt1ar jall at raka
Tá brast strongur av stáli stinna
Í boganum tók at braka
Allir hoyrdu streingin springa
Kongurin seg undrar:
'Hvat er tað á mínum skipi
So ógvuliga dundrar ?'
Svaraði Einar Tambarskelvir
Kastar boga sín
'Nú brast Noregi úr tínum hondum
Kongurin, harri mín !'
Nú skal lætta ljóðið av
Eg kvøði ei longur á sinni;
Nú skal eg taka upp annan tátt;
Dreingir leggi í minni !
All lyrics are property and copyright of their owners.
Copyright © 2002-2026. Zortam.com. All Rights Reserved.
|