Songs | Albums | Album Arts
|
Lyrics:
Viljið tær nú lýða á Meðan eg man kvøða Um teir ríku kongarnar Sum eg vil nú um røða
Grani bar gullið av heiðI Brá hann sinum brandi av reiðI Sjúrður vá á orminum Grani bar gullið av heiðI
Hundings synir í randargný Teir skaðan gørdu har Eitur var í svørinum Teir bóru móti mær
Fávnir eitur ormurin á GlitrarheiðI liggur Regin er ein góður smiður Fáum er hann dyggur
Hann var sær á leikvøllum Imillum manna herjar Rívur upp eikikelvi stór Hann lemjir summar til heljar
Eystantil undri heyginum Ið dreingir eyka tal Dimmur er hesin dapri dagur Niður í mold at fara
Har komm maður á vøllin fram Eingin Ið hann kendi Síðan hatt á høvdi bar Og finskan boga í hendi
Har komm maður á vøllin fram Hann vá við eggjateini Eyga hevðI hann eitt í heysi Knept var brók at beini
Ormurin er skriðin av gullinum Tað man frættast víða Sjúrður setist á Granar bak Hann býr seg til at ríða
Grani bar gullið av heiðI Brá hann sinum brandi av reiðI Sjúrður vá á orminum Grani bar gullið av heiði
|